2013-12-31 20:01
Árliga nýggjárshaldið verður í SÍF húsinum beint eftir midnátt, ella umleið klokkan 00.30, har vit fara at ynskja hvørjum øðrum gott nýggjár og syngja nakrar sangir. Harumframt hava vit í evstu løtu spurt Rósu Samuelsen, borgarstjóra, um hon kann siga nøkur orð, og hon hevur játtað.
Vónandi tímir onkur eisini at skipa eitt kvæði ella tvey.
Við vón um góða undirtøku og gott nýggjár.
Fyrireikararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald