Mentan

Roknað verður við sera nógvum fólki á Summar Festivalinum í kvøld

...

2017-08-12 14:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum bjóðar gott veður, amerikanska superbólkin Toto og eina drúgva skrá við føroyskum bólkum.

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum rokna við sera nógvum fólki á festivalinum í kvøld ??? ikki minst til konsertina við Toto, sum byrjar kl 22.00

??? Konsertin við Toto verður ein av størstu konsertunum, sum hevur verið á Summar Festivalinum, og tí heita vit á fólk um at koma á festivalin í góðari tíð. So kunnu fólk sleppa inn á økið og á Vagsbø uttan hóvasták, áðrenn konsertin byrjar, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.

Fyrsta konsertin á Summar Festivalin í dag verður við Kristinu Bærendsen, sum skal spæla kl 16.00. Í kvøld ber eisini til at hoyra bólkar sum Anfinn & Co., Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Kára P, Eyðun Nolsøe og fleiri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder