Ítróttur

Rógvi leingir við EB/Streym

...

2014-10-31 17:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er greitt, at Rógvi Egilstoft Nielsen eisini spælir við EB/Streymi í 2015!

EB/Streymur gjørdi í gjárkvøldið avtalu við unga evnaríka leikaran úr Sandavági, so han komandi ár spælir við EB/Streymi triðja árið á rað.

Rógvi hevur í 2013 spælt við EB/Streymi 34 dystir, har hann tvær ferðir kom á máltalvuna, og í ár hevur hann leikt við 24 dystir og skotið eitt mál.

Av dystunum í fjør vóru 4 við í Champions League.

Rógvi hevur í ár roynt seg á fleiri plássum, bæði í miðverjuni, á vinstra bakki og á miðjuni.

Vit gleða okkum at síggja Rógva aftur í blá/svørtu troyggjuni í 2015! Skrivar eb-streymur.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder