Tórshavn.fo: Roar Heini Olsen byrjaði herfyri sum leiðari á nýggju umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Roar er 60 ára gamal, og útbúgvin búfrøðingur frá Københavns Universitet. Harumframt hevur hann eftirútbúgving innan leiðslu og løgfrøði.
Hann hevur drúgvar royndir innan umhvørvisøkið, m.a. sum Umhvørvisleiðari í Afdeling for Natur og Bæredygtighed, Forvaltning for Anlæg & Miljø, Kommuneqarfik Sermersooq, Grønland.
Hann hevur verið rakstrarleiðari hjá IRF, og í Grønlandi varaði hann av brennistøðini í Nuuk. Av ti sama hevur hann sera góða vitan um arbeiðsøkið hjá Brennistøðini. Roar hevur sum heild gott innlit á flestu tættir av arbeiðinum á umhvørvisdeildini og harafturat gott løgfrøðiligt og fyrisitingarligt innlit.
Sum deildarleiðari á nýggju umhvørvisdeildini, gleðir Roar seg til at menna býin og kommununa saman við hinum starvsfólkunum og deildarleiðarunum.
Saman skulu tey slóða fyri á umhvørvisøkinum, og verða við í týdningarmikla arbeiðinum at styrkja tann grøna profilin hjá kommununi.
Vit ynskja Roari hjartaliga tillukku, og blíðan byr í nýggja starvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald