Mentan

Ritgerðarkapping: Vinnarin fær 40.000 kr.

...

2019-11-14 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skrivar tú ritgerð um Føroyar, Grønland og Danmark? So er hendan kappingin kanska nakað fyri teg.

Sum liður í at upplýsa um sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark, hevur danska ??tbúgvingar- og granskingarmálaráðið tikið stig til eina ritgerðarkapping.

Talan er um eina kapping, har lesandi á masterstigi, sum skriva ritgerð um eitthvørt, sum hevur við Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin at gera, kunnu vera við. Einki ávíst evnið er ásett ??? ritgerðin kann snúgva seg um alt frá politikki til jarðfrøði, so leingi Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapurin er í brennideplinum.

Í november næsta ár verða tríggir vinnarar funnir ??? ein úr Føroyum, ein úr Grønlandi og ein úr Danmark. Vinnararnir umboða universitet í teimum trimum londunum.

Hvussu geri eg?

Fyri at vera við, skalt ritgerðin verða próvdømd í várhálvuni 2020, og tú skalt í minsta lagi hava fingið 10 fyri ritgerðina. Tú skalt síðani senda ritgerðina saman við eini lýsing av henni, sum skal vera 5-7 síður og á enskum, til avvarðandi universitet. Síðani meta universitetini um ritgerðirnar og velja tær bestu, sum síðani verða sendar eini dómsnevnd. Dómsnevndin velur at enda tríggjar tær bestu ??? ein vinnara úr hvørjum landi.

Vinnararnir fáa 40.000 kr. hvør og sleppa at vera við til handanina, sum væntandi verður fríggjadagin 27. november í 2020.

??tlanin er, at líknandi kapping eisini verður árini 2021 og 2022.

Tú kanst lesa meira um kappingina her:https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/spennandi-kapping-fyri-lesandi-a-masterutbugvingum/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder