Spennandi nýtt verður á Bátafestivalinum á Toftum leygardagin 4. mai, sum er 15. bátafestivalur á Toftum. Í hesum sambandi er sjálvandi okkurt nýtt og spennandi á skránni.
Fyrireikararnir av Bátafestivalinum hevur í hesum sambandi gjørt avtalu við ???North Atlantic Xperience???, stytt NAX, sum kemur við teirra spennandi og skjóttgangandi ribbáti. Møguleiki verður at sleppa umborð at sigla styttri túrar á umleið 10 minuttir á Skálafjørðinum.
Børn og vaksin fáa eisini møguleikan at royna rógving í kajakk í bátahylinum.
Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði við bátahylin og sjálvandi í og kring tjaldið á kaiøkinum.
Sí alla skránna fyri Bátafestivalin á Toftum leygardagin 4. mai HER.
Vælkomin á Bátafestival.
Fyrireikararnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald