Mentan

Reyði Krossur takkar fyri dyggan stuðul til Suður Sudan

...

2017-07-06 10:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá Reyða Krossi

Reyði Krossur takkar fyri dyggan stuðul til Suður Sudan

Reyði Krossur takkar teimum mongu, ið hava stuðlað við peningarligari hjálp til hungursrakta Suður Sudan.

Hetta í samband við áheitanina, sum Reyði Krossur sendi út fyrr í juni mánaða í morgunsendingini í KVF, á heimasíðuni og á Facebook hjá Reyða Krossi.

Innsavningin hevur givið okkum møguleika at senda kr. 115.000 afturat teimum kr. 315.000, ið Reyði Krossur letur. Hetta svarar til, at hjálp verður veitt til 2050 familjur í ein mánaða.

Reyði Krossur Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder