Tíðindaskriv
Reyði Krossur í Føroyum hevur í dag tikið avgerð um at senda 200. tús. kr. sum neyðhjálp til vanlukkurakta økið eftir flóðalduna í Grønlandi.
Hervilig flóðalda rakti um vikuskiftið bygdirnar Illorsuit og Niaqornat við Uummannaq-fjørðin. Fýra fólk eru saknaði, og neyðugt hevur verið at flyta fólk burtur úr bygdunum, tí húsini eru skolaði burtur ella illa farin. Eisini verður mett, at vandi er fyri, at fleiri flóðaldur kunnu raka eisini aðrar bygdir í økinum. Orsøkin til flóðalduna sigst nú vera, at skriðulop hevur verið í økinum tætt við fjørðin.
Í slíkum støðum er skjót hjálp neyðug. Tí hevur Reyði Krossur Føroya í dag gjørt av at senda 200. tús. kr. til Reyða Kross í Grønlandi, sum so syrgir fyri, at pengarnir koma teimum røttu til hjálpar.
Um tú ynskir at stuðla og hjálpa Reyða Krossi at hjálpa, so kanst tú gera tað við at seta eina upphædd inn á konto okkara í Bank Nordik: 6460-4946954
Tórshavn 19. juni 2017
Reyði Krossur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald