Resterne af Rigsfællesskabet framførur á Myrku Musikdøgunum (Dark Music Days) í Íslandi 1. februar.
Resterne af Rigsfællesskabet er tónleikaverkætlan ið sameinur eksperimenterandi elektroniskan tónleik og grønlendskan trummudans. Samstundis sameinir bólkurin tey londini ið eru eftir í danska ríkisfelagskapinum. Teir ið mannað Resterne af Rigsfællesskabet eru Heðin Ziska Davidsen (FO) og Jesper Pedersen (DK) ið framføra á modular synthesizarum, teldum og øðrum elektroniskum tólum og Miké Thomsen (GL) ið er grønlendskur trummudansari og sangari.
Tónleikurin er í høvuðsheitum improviseraður og miðar ímóti at umboðað ymiskleikan, samleikan og samskiftið, ið er millum londini sum eru eftir í ríkisfelagskapinum.
Resterne af Rigsfællesskabet kom í lag í maj mánað 2017 tá Heðin Ziska Davidsen, sum var lesandi í Íslandi tá, og Jesper Pedersen høvdu eina elektroniska framførslu í samband við Raflost festivalin í Reykjavík. Teir kallaðu seg ???Resterne af RIgsfællesskabet??? og hettar heiti legði upp til, at Grønland manglaði umboðan. Teir settu seg í samband við Miké Thomsen, ið Heðin hevur samstarva við fyrr, millum annað í Yggdrasil og operaðini Ljós í Ljóðið hjá Kristian Blak.
Resterne af Rigsfællesskabet spælur á Summartónum í Føroyum 21. juni í Reinsarínum og 22. juni í Töting. Eisini er bólkurin boðin til Nuuk Nordic Arts Festival sum er í døgunum 7.-13. oktobur í Grønlandi.
Leinkjur:
https://www.facebook.com/events/1247016885473393/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald