Mentan

Renn fyri Lívið

...

2020-03-02 13:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

"Renn Fyri Lívið", sum er navni á nýggjari app fyri øll í Føroyum, arbeiður í løtuni við at stovnseta eina app til snildfon, sum kann gera lívbjargandi arbeiði lættari, tøkt í Føroyum.

Hettar arbeiði er nú komi so mikið langt at í næstum verður kunngjørt, nær hettar byrjar.
Skipanin verður royndarkoyrd í Vágum fyrst, fyri síðani at gerast landsdekkandi. Hendan skipan ger at um boð vera givin, um at ein persónur er lívleysur, so vera 3 persónar sendir at hjálpa, til sjúkrabilur kemur á staði. Skipanin er bygd uppá eina gps skipan, sum ger at skrásettir persónar koma á listan umvegis sína gps støðu. Boðgeving og at finna persónar tekur bert 20-25 sek, til fyrsti persónur er á veg til neyðstadda. Boðini fara til 9 persónar, sum síðani verður solda niður til 3 persónar, sum er nærmast skaðastaðnum. Skipanin finnur sjálv útav hvør persónur og hjartastartari er nærmast og á appini, vera hesir persónar koplaðir saman og skipanin gevur hvørjum persóni eina uppgávu, sum til dømis at fara fyrst á staði og byrja lívbjargandi arbeiði, næsti persónur tekur síðani hjartastartara við og 3. fer síðani at hjálpa til og vera um avarandi. Skipanin gevur eisini møðuleika til at hýruvognarnir, sum hava hjartastartara, kunnu vera við í skipanini. Løgreglan og sjúkraflutningstænastan eru eisini við.
Boðgevingin verður frá vaktsentralinum á Landsjúkrahúsinum. Skipanin er eisini uppbygd soleiðis, at sjálvt um telefonin er ljóðleys, so brýtur skipanin ígjøgnum og gevur alarm. Skipanin loyvur eisini at man sjálvur sigur frá í sjálvari appini nær man er tøkur ella ikki er tøkur.
??Ískipanini skal man sum minsta krav hava fyrstuhjálparskeið og man skal skriva undir tagnarskyldu. Skipað verður eisini fyri skeiði í fyrstuhjálp til tilmeldaðar persónar og skeið í hjartastartara.

Her er eitt leinki til stutt video,sum vísur hvussu skipanin fungerar.

https://youtu.be/xr7JKAXOh2Q

Vegna stigtakarar
" Renn Fyri Lívið"

Ragnar Jacobsen, Ambulansa viðgeri & Teknisk Røkt
Sólfríð Fjallsbak, lækni
Jákup Haraldsen,Tilbúgvingarleiðari
Hans Jákup Wang Jacobsen, Formaður VBF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder