Mentan

Reinsaríðið fyrllir 3 ár

...

2017-09-27 11:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Virknasta spælistað í landinum fyllir 3 ár, og tað verður hátíðarhildið við tónleiki og hugna, leygarkvøldið 30. september. Benjamin Rajani, Eyðun Nolsøe og The Reverends fara á pall.

Hvørja viku seinastu 156 vikurnar hevur tónleikur fylt hugnaligu hølini í Tórsgøtu, ung sum gomul, roynd sum nýggj, og nærum allar tónleikagreinar hava verið umboðaðar, tí er tað ikki meira enn hóskandi, at hetta kvøldið eisini bjóðar eitt sindur av hvørjum. Vit hava nýggjan spennandi folk/pop við Benjamin Rajani, tann roynda og kanska mesta fagnaða tónasmiðin í Føroyum seinastu 30 árini, Eyðun Nolsøe og so The Reverends, hesin bólkurin, ið inntil nýliga mundi teljast millum bestu country bólkar í landinum, inntil nýggja staklagið stakk eina aðra og meira rokk kenda kós út í kortið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder