2016-11-01 20:45
Í dag, 31. oktober, eru 499 ár liðin síðani Martin Luther festi teir 95 setningarnar á kirkjudyrnar í slotskirkjuni í Wittenberg. Hesir setningar vóru byrjanin til reformatiónina ella trúbótina. 2017 verður hildið sum serligt reformatiónsár í evangelisk-luthersku kirkjuni kring allan heimin ??? eisini í Føroyum. Føroya biskupur hevur sett eina nevnd at samskipa tiltøk komandi árið. Í nevndini sita: Uni Næs, dómpróstur, fm., Jákup R. Hansen, lektari í kirkjusøgu, Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur og Ása Justinussen, kirkjuráðslimur, skrivari. Eisini er sett eitt umboðsráð, umboðandi kirkjur, kirkjuligar felagsskapir og mentanarlív í Føroyum. Nevndin er samd um, at týdningarmiklir tættir í reformatiónini eiga at verða lýstir og greinaðir, soleiðis at fólkið í luthersku kirkjuni veit, hvat reformatiónin merkir. Hetta kann verða gjørt við tiltøkum gjøgnum alt árið, bæði staðbundnum og almennum, har kirkjufólk, kirkjuráð og prestar taka lut. ??tlanin er, at reformatiónin skal verða lýst í kirkjusøguligum- og nútíðar høpi. ??tlanin er eisini, at allar kirkjur í landinum skipa fyri serligari reformatiónsgudstænastu sunnudagin 29. oktober 2017. Hátíðargudstænasta verður í dómkirkjuni týsdagin 31. oktober 2017. Framsýningar og tiltøk verða í Norðurlandahúsinum 23. ??? 29. oktober 2017. Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verður kunnað um Reformatiónsárið. Kalendari verður gjørdur, har boðað verður frá tiltøkum. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald