Mentan

???Redaktørurin??? er hjartaliga vælkomin millum teirra, ið verja ófødda barnið

...

2021-10-02 19:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

???Redaktørurin??? er hjartaliga vælkomin millum teirra, ið verja ófødda barnið!

Í netblaðnum ???Vikuskiftið??? skrivar ???redaktørurin??? hesi skilagóðu orð, ið so væl lýsa rættin hjá óføddum børnum til lív:

???Børn avgerða ikki sjálvi hvørji foreldur tey fáa, ella hvar tey verða fødd, ella hvussu teirra tilvera fer at vera.

Tilverur, sum enn ikki eru føddar, eru teir mest óseku skabningar, vit kunnu ímynda okkum.

Av tí sama plagar at vera semja um, at børn í minst møguligan mun skulu dømast ella revsast fyri viðuskifti, sum tey onga ávirkan hava á.

Breið semja er eisini um, at børn eiga rættin til bæði mammuna og pápan tá tey verða fødd???.

Hóast hesa vitan, at børn ikki skulu dømast ella revsast fyri viðuskifti, sum tey onga ávirkan hava á,verður mett at fleiri enn 40 mió. ófødd børn verða ofraði á fosturtøkualtarinum hvørt ár. Lat okkum vóna og biðja eftir, at fleiri, eins og ???redaktørurin???, vakna, síggja órættin, og vilja verða við í stríðnum móti hesum heimsumfatandi órætti, ið verður framdur móti okkara ???mest óseku???.

Seinni parturin av oddagreinini viðvíkur spurninginum umat broyta siðbundna hjúnalagið millum mann og kvinnu. Hendan royndin verður í blaðnum og á Løgtingi, fjald í eini verjutalu fyri fødda barninum.

Um hetta er stutt at siga, at neyvan er nakar løgtingslimur, sum ikki vil geva alt fyri at hvørt einasta barn í Føroyum fær tryggastu og bestu umstøður at liva og vaksa upp undir! So har eiga vit at taka saman lógvatøk og ikki lata nøkur fá draga onnur púra óviðkomandi viðurskifti inn í málið- og á tann hátt forða fyri einari loysn.

Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder