Stórseljandi og virðislønti Rasmus Seebach spælir á Summar Festivalinum 2019.
Rasmus Seebach er helst størsta poppnavnið í kongaríkinum. Hann fekk gjøgnumbrot við sanginum »Engel« í 2009, og síðani hevur hann skrivað eitt hitt fyri og annað eftir ??? sangir sum »Olivia«, »Lidt i fem«, »Natteravn«, »I mine øjne«, »Glad igen« og »Nangijala« bara fyri at nevna nakrar.
Rasmus Seebach er tann fólkakæri poppsangarin, sum er framúr á pallinum, hann har hann spælir saman við sínum stóra og væl spælandi bólki. Tónleikurin er tíðarleysur og fangandi poppur, sum fólki í øllum aldri dámar.
Rasmus Seebach spældi á Summar Festivalinum í 2011, og tað er framvegis ein av bestu konsertunum, sum hevur verið á festivalinum. Síðani hevur Seebach givið fimm útgávur út, og nú er hann til reiðar at koma aftur til Føroya at spæla konsert. Tað verður sjálvsagt á landsins størsta palli á Vágsbø.
??? Seinnu árini hava vit javnan tosað saman, og Rasmus Seebach vildi sera fegin aftur til Føroya at spæla. Nú bar til hjá báðum pørtum at gera eina avtalu um framførslu. Tað eru vit sera fegin um, tí Rasmus Seebach er eitt av størstu poppnøvnunum á okkara leiðum og passar sera væl til Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august 2019. Forsøla er í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald