Mentan

Rasmus Hagen á Okkara Voxbotn 2022

...

2021-12-08 22:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Hann hevur yvir 100 milliónir stroymingar og sigst verða nýggjasta stjørnuskotið í singer/songwriter sjangruna. Svenski Rasmus Hagen, sum við síni hugtakandi rødd framførir tónleik, ið fer beint í hjartað á áhoyrarunum. Vit kunnu nú kunngera, at Rasmus Hagen kemur á Okkara Voxbotn 2022, har hann heilt víst fer at bergtakaokkum, tá hann trínur á pallin 25. juni 2022

Rasmus Hagen byrjaði yrkisleið sína í 2017, tá hann útgav lagið Fraction, ið hann framleiddi saman við australska ALIUS. Í 2021 kom debutalbummið ???Love & Hurt??? við sanginum ???If You´re Hurting???, ið beinanvegin hevði 50 milliónir stroymingar ??? bara á Spotify. Íblásturin til poptónleikin fær Rasmus Hagen frá ongum øðrum enn John Mayer og Lauv, og er hann kendur fyri sínar einastandandi framførslur, har hann rúnarbindur áhoyrararnar við sangi og tónleiki. Gleði tykkum, tí hetta stjørnuskotið fer heilt sikkurt at levera vøruna!

Frammanundan er greitt, atDizzy Mizz Lizzy, Hugorm, Tungewaag og Safir eisini fara atframføra á Okkara Voxbotn25. juni2022.

Skunda tær og keyp atgongumerki, tí fyriskipararnir vænta, at tað verður totalt útselt!

Atgongumerki fáast í forsølu fyri 695 kr á ebillett.fo

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

Vinarliga

Voxbotn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder