Mentan

Rásin hevur opið hús

...

2017-03-09 07:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 hevur eftirskúlin Rásin í Saltangará opið hús. Umsóknarfreistin til skúlan er hálvan mars, og til ber at velja millum 13 ymsar breytir á skúlanum.



Rásin hevur seinastu tíðina arbeitt við at menna síni tilboð, og bjóðar nú ikki færri enn 13 ymsar breytir at velja millum. Talan er millum annað um starvslærubreyt, rørslubreyt, køksbreyt, reingerðarbreyt, handalig breyt, teldubreyt, námsferðarbreyt og lívfrøðisbreyt.

Rásin er ein eftirskúli fyri ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Næmingarnir búgva á skúlanum.
Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívi. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar.

Mánadagin 13. mars klokkan 19-21 er høvi hjá áhugaðum at vitja eftirskúlan, síggja umstøðurnar og hoyra um tey mongu tilboðini á skúlanum. Meir kann lesast um skúlan á
www.rasin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder