Vinna

Ran hevur framvegis góðan fiskiskap

...

2018-02-06 22:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað hava 6 føroysk skip roynt á Flemish Kap í ár, 5 av teimum hava roynt við línu, og eru øll á veg til Føroyar, tey verða heima í morgin og hósdagin.

Ran er einasti føroyski frystitrolarin ið hevur roynt á Flemish Kap, teir hava nú fiskað í 19 dagar. 

Ran hevur fiskað góð 260 tons av svartkalva og kongafiski, av teimum eru góð 200 tons svartkalvi, sí annars talvuna niðanfyri.

Ran lastar góð 400 tons, skipari henda túrin er Heri Poulsen, tað eru 22 mans við.

NAFO øki 3L

 KongafiskurLangasporlSvartkalviToskurOnnur fiskasløgTils. (í tonsum)
RAN, XPKY56,80,5199,90,3 257,6
 56,80,5199,90,3 257,6

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder