Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrsta hálvár í 2018 var 676 milliónir krónur

...

2018-08-21 09:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 676 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í 2018 í mun til 795 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Tøkan av laksi annan ársfjórðing var 12.902 tons, sum er minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 18.402 tons.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

???Prísurin á laksi hevur verið góður í øðrum ársfjórðingi í ár og sjálvt um prísgongdin var fallandi í ársfjórðinginum var rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi gott. Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur fyri at menna felagið og nýggj íløguætlanin fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 er nú løgd fram. Í hesum tíðarskeiði væntar Bakkafrost at gera íløgur fyri áleið 3 milliardir krónur. Alivinnan hevur ment seg ómetaliga nógv síðani hon byrjaði í Føroyum. Vit síggja framhaldandi stórar menningarmøguleikar fyri framman og fyri at hesir møguleikar skulu blíva til veruleika, mugu stórar íløgur gerast.???

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 393 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2018 samanborið við 489 milliónir krónur øðrum ársfjórðingi í fjør. Alideildin tók 5,5 túsund tons minni av laksi í øðrum ársfjórðingi í ár enn øðrum ársfjórðingi í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 17 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 29 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2018 var 66 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Í øðrum ársfjórðingi 2018 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkum frá 2017, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2017. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14,2 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 5,2 milliónir krónur.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 443 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.039 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2018, og solvensurin hjá Bakkafrost var 68%.

??TLIT

Marknaðurin

Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 8% í øðrum ársfjórðingi 2018 í mun til annan ársfjórðing 2017. Vøksturin kemur frá Norra og Kili, sum hava økt tøkuforsøgnirnar fyri 2018, síðani fyrsta ársfjórðing 2018. Samlaða tøkan av laksi í 2018 fer at økjast við áleið 6-8%.

Íløgur

Bakkafrost hevur síðani 2013, tá fyrsta fimm ára íløguætlanin bleiv løgd fram, gjørt íløgur í alla virðisketuna fyri at brynja seg til framtíðina. Seinasta dagføringin av íløguætlanini var í juni 2016, tá íløgur fyri tíðarskeiðið frá 2016 til 2020 vórðu kunngjørdar. Samlaðu íløgurnar vóru 2,2 milliardir.

Bakkafrost hevur dagført íløguætlanina og fegnast at kunna kunngera íløguætlanina fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022. Nýggja íløguætlanin byggir á somu strategi, sum var løgd fram í íløguætlanini frá juni 2016, men hevur eisini nýggj strategisk átøk.

??tlaða íløguætlanin fyri 2018 til 2022 ljóðar á 3 milliardir krónur yvir 5 ár. Endamálið við íløguætlanini er at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur.

Næstu fimm árini fer Bakkafrost at brúka áleið 425 milliónir krónur í virksemi á Havsbrún til at økja fóður kapacitetin. Íløgur verða eisini gjørdar til at økja um kapacitetin at framleiða fiskamjøl og -lýsi, sum skal stuðla undir einum høgum marinum innihaldi í fóðrinum.

Bakkafrost hevur tikið ábyrgd av føroyska lívfiskaverkætlanini og fær genomu rættindini í 2021. Í nýggju íløguætlanini væntar Bakkafrost at gera íløgu í eina nýggja lívfiskastøð fyri áleið 200 milliónir krónur.

Íløgurnar í sjógvaling næstu fimm árini vera áleið 1,3 milliardir krónur. Íløgur í nýggj aliøki í Suðuroy fara, saman við stórsmolt strategi???ini, at økja um kapasitetin við 10 túsund tonsum. Aliøkið A-17/18 Hovsfjørður er byrja virksemi og A-23 Hvalbiarfjørður byrjar væntandi virksemi fyrra hálvár 2019. Íløgur fara eisini at vera gjørdar til flutning av fiski og útvaldar menningarverkætlanir, sum skulu skapa vøkstur aftaná verandi tíðarskeið.

Virkni luturin hjá Bakkafrost innan burðardygd sæst eisini í nýggju íløguætlanini. Bakkafrost hevur, sum partur av ???Sunt lív 2020??? ætlanini hjá Bakkafrost, avgjørt at byggja eitt biogas anlegg.

Bakkafrost heldur fram við verandi smolt verkætlanunum og fer at sjóseta nýggjar verkætlanir, sum skulu stuðla undir stórsmolta strategiina til nýggju aliøkini. Byggingin av einari nýggjari smoltstøð í Suðuroy til framleiðslu av stórsmolti byrjar væntandi tíðliga í 2019. Íløgurnar hjá Bakkafrost í smoltstøðir komandi fimm árini verður áleið 1 milliard krónur.

Bakkafrost hevur nýliga gjørt íløgu í eitt nýtt liðugvøruframleiðsluvirki á Glyvrum. Íløgur í liðugvøruframleiðsluna komandi fimm árini fer at vera áleið 85 milliónir krónur.

Aling

??tlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 49.000 tons av laksi í kruvdari vekt, sum er 2.000 tons minni enn áður fráboða tøkumetingin hjá Bakkafrost. Lækkingin í tøkumetingini er orsaka av framskundaðari tøku á A-13 Borðoyavík í øðrum ársfjórðingi 2018. Tøkan á A-13 Borðoyavík bleiv framskunda tryggja eina lívfrøðisligu støðuna.

??tsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2018 verður væntandi um 13,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 12% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2018. Nøgdin av sáttmálum er lækka í mun til undanfarin ár.

Mjøl, lýsi og fóður

??tlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 80.000 tons í 2018.

Nýggja laksamjøl- og -lýsiframleiðslan á Havsbrún byrjaði framleiðslu í triðja ársfjórðingi 2018. Hendan framleiðsla fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og góðskingarvirkinum á Glyvrum.

Fíggjarliga støðan

??tlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og nýggja avtalan um fígging frá banka, sum varð undirskrivað í fyrsta ársfjórðingi 2018, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder