B71:
Ragnar Fossdalsá sparkar ikki meira
1. januar 1970, fyri skjótt 50 árum síðani, varð Sandoyar Ítróttarfelag B71 sett á stovn av fimm eldhugaðum monnum; ein av hesum fimm stovnarunum var Ragnar Fossdalsá.
Hósdagin 28. november legði Ragnar árarnar inn, 73 ára gamal. Fryntligi toftamaðurin, ið bleiv sandingur um ein háls, taldist, og kemur at teljast millum undangongumenn og stríðsmenn miklu, ið leggja tíð og orku í frítíðarfelagsskapin B71.
Altbar til,onkivar ógjørligt. Soleiðis var Ragnar!
Ragnar royndi allar leiklutir í felagsskapinum. At byrja við sum leikari, og tá ið gaggurnar komu upp á hillina at standa, tók hann á seg aðrar leiklutir, fyrst sum partur av Áhugafelagnum, og seinni sum formaður í B71 í nógv ár.
Nú Ragnar fór til jarðar í dag 02. desember, kendi man veruliga á sær at ein av størstu eldsálunum slóknaði.
Sandoyar Ítróttarfelag B71 takkar stovnara, leikara, áhugafelagsmanni og formanni okkara, fyri alt, ið hann gav við gleði.
Ragnar sparkar ikki meira, men minnini um mongu spørkini liva víðari!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald