Rættilg til D&V í gjárkvøldið 22.12.2017.
Í innslagnum í Degi & viku í gjárkvøldið, bleiv eg skeivt endurgivin og hetta harmist eg almikið um, sigur Annfinnur Garðalíð.
Yvirskriftin og høvuðsteksturin vóru ikki míni orð, so har fái eg einki gjørt.
Nógv áhugavert varð klipt burturúr samrøðuni.
Eg vóni at lurtarin fekk høvuðsboðskapin við í innslagnum, sum snúði seg um paragraf 51, stk. 1-2, sum so púra greitt umtala manningarviðurskiftini, hetta er tað, sum innslagið skuldi snúgva seg um.
Altso, at einki skip sleppir at loysa uttan at hava skrivliga undirskrivaða avtalu við føroysku manningarfeløgini, og andin í lógini er nú verandi manningarfeløg.
Eg vóni at lurtarin/hyggjarin skilti mína - okkara síðu á innslagnum.
Eg ynski okkum øllum eini friðsæl og gleðilig jól.
Tað skrivar formaðurin í FSN - Annfinnur Garðalíð á facebook í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald