Aftur í ár fer Føroyingafelagið á Fjóni at skipa fyri ræstkjøtaveistlu í Odense. Veitslan verður hildin í Norðuratlanshúsinum 9. februar - tað er sama dag sum ársaðalfundur felagsins er.
Í nøkur ár var eingin ræstkjøtaveitsla, men eftir fleiri áheitanir skipaði Føroyingafelagið á Fjóni fyri ræstkjøtaveitslu í fjør. Hølini vóru fullsett, og tá tiltakið nú eydnaðist somikið væl, tekur Føroyingafelagið sjálvandi táttin upp aftur í ár.
Matskráin er røst súpan, ræst lambskjøt og omaná ein góður drekkamuður við onkrum leskiligum afturvið.
Til tey, ið ikki eta ræst kjøt, verður okkurt annað borðreitt, so minnist til at viðmerkja í tilmeldingini, um tit ikki eta ræst kjøt.
Barrin letur upp áleið kl. 17, ella tá aðalfundurin er lokin; limir í Føroyingafelagnum á Fjóni fáa serprís í barrini. Gjaldast kann við MobilePay og gjaldskortum í barrini.
Farið verður til borðs kl. 18.
Sangheftði eru framleidd til borðhaldið; tað verður ikki tann vísa ella táttur, ið ikki fer at runga um alt odenseanska havnalagið, meðan borðhaldið er. Aftaná spælir Spotify til dans.
Tiltakið kostar kr. 250 fyri limir og kr. 350 fyri onnur. Fyri at luttaka á veitsluni, skalt tú melda til við at senda teldupost til [email protected] og gjalda fyri veitsluna í seinasta lagi leygardagin tann 2. februar 2019.
Hetta kann gerast við at flyta peningin á konto nr. 5388-244672 ella við MobilePay á nr. 71007 - Minst til at viðmerkja ???Veitsla + navn??? í flytingini. Tilmeldingin er bindandi. Tað er avmarkað pláss, so skundið tykkum at melda til.
Lutaseðlar verða seldir undir borðhaldinum. Mangt og hvat er at vinna - høvuðsvinningurin er eitt gávubræv á 2.000 frá Atlantic Airways.
Mentan
Ræstkjøtaveitsla í Odense
...
2019-01-22 22:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald