Hettar er vánaligasti túrur, eg havi verið til rækjufiskiskap øll árini síðani 1986.
Vit byrjaðu í russiska partinum av Barentshavinum, men har var smáligt.
Meginorsøkin, til vit fóru í russiskan sjógv, var, at vit fingu mestsum játta loyvið at sleppa norð í Arctica økið, áðrenn vit fóru heimanífrá, men so bleiv ikki. Vit hava hvørki fingið ja ella nei frá russisku mynduleikunum, teir bara halda okkum hen.
Langt er at sigla hjá okkum, tí fyrst skullu vit næstan inn til lands eftir russiskum eygleiðara, hann kunnu vit ikki fáa umborð í Tromsø. So skal siglast í REZ (russisk økunomisk zona), fyri at koma norðureftir, tað er stórur umvegur, tí sjómarkið er so hátta. Vit sleppa ikki at sigla stytstu leið gjøgnum altjóða sjógv, og harvið spara tíð og pening.
Eri ivaleysurí, at sluppu vit norður, har rækjurnar eru hesa árstíðina, so høvdu vit last inni nú. Har hava verið rímuliga góð ísviðurskiftir til fyri einari góðari viku síðani, men nú er alt lukka av allarhelst fyri veturin.
Tað hjálpir heldur ikki uppá humørið, at frætta heimanífrá, hvussu illa gongst í tinginum við fiskivinnunýskipanini.
Haldi allir tinglimir eiga at koma til kort, og fáa hesi týdningarmiklu viðurskiftir - fyri alt Føroya Land - avgreidd.
Í fyriliggjandi nýskipanaruppskotið eru viðurskiftir, ið ikki eru íligin og helst eiga at liggja fyribils. Nakað av illgresi eigur at kunna lúkast burturúr ??? treyðugt so, so øll tann politiska skipanin følir seg eiga lut í hesum, annars ber hesum uppskotið ikki bøtur í longdini, og tað hava vit í fiskivinnuni als ikki brúk fyri.
Nú er man ístaðin farin at blaka runu eftir hvørjum øðrum í øllum miðlum ??? høg sum lág, tað loysir ongar trupuleikar.
Tað hevði klætt allari politisku skipanini, at fingi semju um hesi viðurskiftir og lagt gamalt agg til síðis, nú vit skjótt koma inn í adventina.
Tað fer ikki nakað av nøkrum, at taka lógvatak saman tá á stendur, sigur skiparin á Arctic Viking við JN.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald