Tíðindaskriv
Ráðstevna um atkomu fyri ferðafólk, sum bera brek
??? eitt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland
Fríggjadagin 19. mai kl. 13:00-16:00 verður stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum við heitinum ???Access Vestnorden???. Hetta er ein ráðstevna um atkomu fyri ferðafólk, sum bera brek, og hon byggir á verkætlanina ???Access Vestnorden???, sum er eitt samstarv millum tey trý londini í útnorði: Føroyar, Ísland og Grønland.
Í øllum hesum trimum londunum hevur ferðavinnan staðið í vøkstri seinastu árini. Kortini hava øll londini tann felags trupulleika, at umstøðurnar hjá ferðafólkum, sum bera brek, kundu verið nógv betri. Endamálið við verkætlanini ???Access Vestnorden??? er at bøta um hesar umstøðurnar, og ráðstevnan fer at taka hetta upp til viðgerð.
Á ráðstevnuni verða bæði føroyskir og útlendskir gestir.
Skráin er henda:
13:00 Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir ráðstevnuna.
13:10 Atkoma fyri øll ??? Tóra við Keldu, forkvinna í MBF.
13:25 Framløga av verkætlanini ???Access Vestnorden??? - Birna Hreiðarsdóttir, Norm Consulting, Ísland, og Ása Olsen, MBF.
13:45 Týdningurin av vesturnorðurlendskum samstarvi ??? Guðrið Højgaard, stjóri, Visit Faroe Islands.
14:00 Atkomumøguleikar, burðardygg ferðavinna og vaksandi gestablídni í Svøríki ??? Kristina Algotson, Utredningen Sveriges besöksnäring, Stockholm.
14:15 Atkoma til Vága Floghavn fyri ferðafólk, sum bera brek ??? Jákup Sverri Kass, stjóri, Vága Floghavn.
14:25 Kaffisteðgur.
14:40 Íverksetan av verkætlanini ???Access Vestnorden??? ??? Harpa Ingólfsdóttir, Gott aðgengi ehf, Ísland.
14:55 Ísland og atkoma ??? Bergur ??orri Benjaminsson, formaður í Sjálfsbjörg, Ísland.
15:05 Grønland og atkoma ??? Peter Barfoed, Tegnestuen Nuuk A/S.
15:20 Atkomilig ferðavinna er meiri enn atkomiligir bygningar (Accessible tourism is more than accessible buildings) ??? Torhild J. Solbakken, Norsk Turistudvikling, Lillehammer.
15:35 Ása Olsen, aðalskrivari í MBF, endar ráðstevnuna.
Ráðstevnan er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald