Mentan

Ráðstevna í Missiónshúsinum í Sørvági

...

2016-09-12 13:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Endamálið við hesi stevnu er at hugkveikja og styrkja Guds likam í Føroyum.


Gud hevur ikki bert útstrikað okkara syndir. Hann hevur ikki bara tikið okkum frá minus til null. Hann hevur tikið okkum frá minus til pluss! Hann hevur givið okkum Heilaga Andan, Hann hevur givið okkum Himmiríkið í arv, og Hann ynskir at síggja okkum traðka út í tann samleika og tað kall, sum Hann hevur givið okkum.

Peter Tkaczyk hevur vitjað ofta í Føroyum, har hann hevur gjørt júst hetta at hugkveikja og at byggja upp. Peter dugir sera væl at mála Guds kærleika og Guds yvirnátúrligu kraft fyri áhoyraranum, og við sínum stóra pápahjarta hevur Peter havt ómetaligan týdning fyri mong í Føroyum.

Liza Sigvardsson er ein ung kvinna úr norður Svøríki. Hon hevur ein sera sterkan vitnisburð um, hvussu Gud yvirnátúrliga grøddi hana frá eini sera álvarsligari avlagan í heilanum. Liza hevur eisini nógvar aðrar sterkar søgur at fortelja. Hon er ein salvaður lovsangsleiðari og tilbiðjan er eitt hjartamál hjá henni.

Bæði Peter og Liza uppliva regluliga, at Gud brúkar tey á sterkan hátt at møta menniskjum við Guds kærleika, ofta við grøðing, og bæði hava eitt brennandi ynski um at geva tað víðari, sum tey hava fingið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder