Mentan

Ráðgevingin til føroysk lesandi í Aarhus

...

2016-08-19 15:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

27. august kl. 15 kemur "Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark" á gátt í hølunum hjá føroyingafelagnum í Aarhus - Áarstova. Ráðgevingin heldur annars til í Vesterbro í Keypmannahavn, har tveir sosialráðgevarar starvast. Ráðgevingin býður føroyingum í Danmark stuðul og vegleiðing, veri tað lesandi, sjúklingar í viðgerð ella føroyingar, sum eru búsitandi niðri.


Í sambandi við at nógvir føroyingar um hesa ársins tíð fara niður til Danmarkar at lesa, fáa lesandi í Aarhus eisini møguleikan at venda sær til Ráðgevingina. Sosialráðgevararnir báðir fara ein túr til Jútlands at greiða frá virkseminum, umframt at kunna um ávís evni, m.a. um føroyafrádrátt, SU, stuðulsmøguleikar s.s. barnaveitingar, ferðastuðul og "boligstøtte".

Hóast tiltakið helst verður merkt av evnum, sum serliga hava við útbúgving at gera, eru allir føroyingar í umráðnum vælkomnir á fundin. Eftir framløguna verður høvi at fáa persónliga ráðgeving og eru øll tí vælkomin at koma við ítøkiligum spurningum.

Tað er Føroyingafelagið í Aarhus, sum saman við Ráðgevingini skipar fyri tiltakinum. Føroyingafelagið heldur til í kjallarahølunum á Hermodsvej 3a í ??byhøj.

Verið vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder