Mentan

Queen fagnaður á Vágsbø

...

2019-04-26 13:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Killer Queen kemur á Summar Festivalin at spæla øll tey stóru Queen-hittini



Í august verður rockbólkurin Queen fagnaður við stórfingnari konsert á Vágsbø. Enski bólkurin Killer Queen kemur til Føroya við sínum tiltikna Queen showi og fer at spæla øll tey stóru Queen hittini ??? og tað gera teir sum eingin.

Killer Queen er sonevndur tribute bólkur, sum ferðast kring heimin at spæla Queen-sangir. Ummælarar siga, at tað er sum at hoyra upprunaliga Queen spæla, og framførslurnar fáa framúr ummæli. Killer Queen verða roknaðir sum besti bólkur av sínum slagi, og teireru eisini heiðraðir fyri sínar framførslur.

Hetta seinasta árið hevur Queen veruliga verið á breddanum aftur. Filmurin »Bohemian Rapsody« breiddi av nýggjum Queen og teirra sangir út til fólk kring heimin, og teir klassisku Queen sangirnir hava verið spældir sum í gomlum døgum.

Summar Festivalurin ætlar sær at feira stóra Queen árið við serligari fagnaðarkonsert á Vágsbø. Killer Queen fer at spæla sangir sum »We Are The Champions«, »Who Wants To Live Forever«, »Bohemian Rapsody«, »We Will Rock You«, »Radio Ga Ga«, »I Want To Break Free« og aðrar. Hetta verður ársins syngið-við løta, sum fer at fagna ein av størstu rockbólkunum í søguni.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder