Mentan

Punjab á Tórsfest

...

2016-05-25 11:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyriskipararnir av Tórsfest kunngerða í dag enn eitt navn, sum skal á pall á Tórsfest leygarkvøldið 23. juli. Millum mongu bólkarnar, sum fara á pall hetta kvøldið, verður eisini vælumtókti føroyski bólkurin Punjab.


Evnaríku ungu tónleikararnir úr Punjab hava tikið føroyingar á bóli við sínum vælspælda tónleiki. Limirnir í Punjab funnu saman fyri fáum árum síðani og hava spælt til nógvar konsertir og tiltøk síðan tá, og hava alsamt vunnið sær fleiri og fleiri fjepparar. Teir spæla blues-inspireraðan alternativan funk-rock tónleik og løgini eru teirra egnu.

Uttan mun til hvar teir spæla, megna teir altíð at fanga fjøldina við teirra fangandi tónleiki og nú verða teir so at hoyra í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið fyri ólavsøku saman við eini rúgvu av øðrum bólkum.

Umframt Punjab er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtókti danski bólkurin Saybia, okkara egnu Týr, Marius og MC-Hár fara eisini á pall í gongugøtuni hetta kvøldið. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúka.

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2016 er byrjað og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo. Tórsfest er ókeypis fyri børn til og við 13 ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder