2016-05-12 07:51
Týsdagin 10.mai fingu næmingar í kvøldskúlanum prógv fyri luttøku á skeiðnum "Føroyskt fyri útlendingar"
Kvøldskúlin er undir kommunini, og tímar til kvøldskúlan verða játtaðir av kommununi og MMR. Føroyskt fyri útlendingar er eitt ókeypis skeið undir kvøldskúlanum og er fyri øll, sum skulu byrja at læra seg føroyskt og betur skilja føroysk viðuskifti.
Tað hevur verið sera trupult at finna lærara at undirvísa í ???Føroyskt fyri útlendingar??? á kvøldskúlanum. Nógv fólk eru spurd, onkur hevur roynt í eitt ella tvey ár, síðani hava tey borið seg undan.
Tað er trupult fyri fólk, sum ikki hava roynt at flyta til eitt fremmant land, at seta seg inn í støðuna og kensluna man hevur, tá man kemur til eitt land, sum er heilt øðrvísi. Alt er øðrvísi bæði veðurlagið, málið, mentanin, familju mynstur og søgan m.a.
Sallyver Caabay Nattestad, sum er ættað av Filipinunum og hevur búð í Føroyum í 7 ár, veit hvussu tað er at flyta til eitt fremmant land, og kann seta seg inn í støðuna. Sallyver hevur gingið til skeiðið "lær teg meir føroyskt" hjá Hervør Jørgensen vetrarhálvuna 2015/16, og hevur lært nógv. Sallyver vísti beinan vegin, at hon er sera dugnalig til føroyskt, so vit spurdu hana, um hon var áhuga í at undirvísa í "Føroyskt fyri útlendingar" í kvøldskúlanum.
Sallyver játtaði beinanvegin. Vit gjørdu avtalu við Hervør, at hon kundi hjálpa eitt sindur, við at leggja lag á, vísa á bøkur og tilfar, sum kundi nýtast í undirvísingini. Vit øll eru einig um, at Sallyver hevur gingið við lív og sál uppí arbeiðið .
Týskvøldið var seinasti dagur í kvøldskúlanum við hugnaløtu, har skjalprógv skuldu handast inni í Skúlanum á Giljanesi. Rósa Samuelsen borgarstjóri, Hervør Jørgensen lærari og Annbritt Toftegaard skúlastjóri vóru boðin við. Rósa Samuelsen handaði skjalprógvini og var hetta ein hugnalig løta, har nógv bleiv flent og práta. Luttakarnir høvdu hvør sín rætt við sær og fingu vit høvi at smakka eitt sindur av Filipinskum og Teilendskum mati.
Kelda: sag.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald