2017-07-27 10:11
Tíðindaskriv:
Project Ásgar - Spennandi gyklashow á ólavsøku
??lavsøkudag verður spennandi og hugtakandi gyklasýning í Smæruni hjá Starvsmannafelagnum. Project Ásgar fer á fyrsta sinni at vísa síni kynstur á stórum palli.
Project Ásgar byrjaði í 2014 sum eitt samarbeiði millum tveir gyklarar, Ásbjørn Berthelsen og Holgar Johannessen. Sermerkti pallurin var ein umbygdur kampingvognur, sum teir ferðaðust runt landið í. Vognurin varð innrættaður sum ein Close-up salong, har rúm var fyri 17 fólkum í senn. Her fingu áskoðararnir eina intima gyklauppliving, har tær magisku effektirnar hendu beint fyri eygunum. Nógv fólk hava verið til hesar sýningar, sum eisini hava fingið sera góð skoðsmál.
Á ??lavsøku í ár verður aftur møguleiki at uppliva Project Ásgar. Hesaferð við einari eitt sindur øðrvísi pallseting. Frá tí lítla kampingvogninum, har pallurin var eitt borð, trína teir nú á tann stóra pallin í Smæruni.
Ein sýning sum henda er rættuliga forkunnug í Føroyum. Undirhaldið er ætlað vaksnum og býður uppá festlig, magisk og undrunarverd innsløg.
Heitið á sýningini er ???Gykl er list???. Gyklararnir siga skemtandi, at teir í fleiri ár hava følt seg marginaliseraðar og tilsíðissettar í føroyska listaumhvørvinum, og teir vilja við hesi sýningini staðfesta, at gykl ER list.
Sýningarnar vera í Smæruni íJ.H. Schrøters gøtu7 kl 18.00 og 20.00 ólavsøkudag, 29. Juli. Atgongumerki fáast í forsølu á atgongumerki.fo ella við dyrnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald