2014-11-09 03:13
Miðvágs Bóltfelag hevur í dag, skriva undir sáttmála við málmannin Predrag Markovic. Predrag er 37 ára gamal og kemur úr Serbia. Predrag stóð í málinum hjá MB í 18 dystir í kappingarárinum, sum júst er enda. Við Predrag, sum aftasta skansa vann MB 2. deild, og skulu tí sostatt spæla í 1. deild komandi kappingarár.
Á Faroesoccer.com stendur at Predrag hevur spælt 91 dystir i bestu føroysku deildini, og hann hevur spælt 84 dystir í 1. deild, so hevur hann eisini spælt nakrar dystir í 2. deild, og steypakappingini.
Sí eisini: MB hevur sett venjara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald