Vinna

Prámur rekur fyri vá og vind

...

2018-06-04 10:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

?? gjár um middagsleitið boðaði ein týskur trolari ,at teir høvdu sæð ein prám rekandi millum Føyroyar og Ísland.

Kl 1800 í kvøld fann Brimil prámin, 120 fjórðingar norður úr Føroyum.
Hetta er ein stórur prámur hann er áleið 22 X 13 metrar til støddar.
Helst er hann mistur av einum fraktskipið eystur úr Labrador í novemburmánað í fjør.
Ein líknandi prámur bleiv funnin í Írlandi í maj mánað.
Prámurin er bygdur í 2012 og er í sera góðum standi, sjálvt um hann hevur rikist fyri vá og vind í meira enn eitt hálvt ár.
Brimil er á veg til Føroyar við práminum, hvat verður gjørt við hann er ikki greitt í løtuni.

Myndinar hava Dávur Joensen og Olivar á Høgaryggi tikið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder