Mentan

Politiskt uttanumtos

...

2021-11-16 13:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Higartil hava føroysku myndugleikarnir ikki raðfest føroyska rossið, og vit vilja heita á landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um at raðfesta føroyska rossið, og harvið eisini lívfrøðiliga margfeldi í Føroyum.

Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður, setti landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum ein § 52a fyrispurning um átøk at bjarga og varðveita føroyska rossastovnin. Landsstýrismaðurin svaraði.

Hóast svarið, so er sera álvarsliga støðan hjá føroyska rossinum enn tann sama - púra óbroytt.

Føroyska rossið er við at doyggja út, og nøktandi átøk eru enn ikki sett í verk av landsins myndugleikum.

Orð og setningar, ið geva mót, men setir man seg inn í málið, so er skilligt beinanvegin, at talan er um uttanumtos. Einki arbeiði verður gjørt, so leingi eingin játtan er til tað. Og eingin játtan er sett av enn.

Nevndin í felagnum metir, at svarið hjá landsstýrismanninum als ikki er nøktandi, og hevur hon tískil skrivað viðmerkingar til svarið. Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri nærri kunning.

Lýsing av støðuni hjá føroyska rossinum sæst í einum skjali, sum er skrivað í samband við undirskrifta innsavnanina. Fleiri hava skrivað undir. Fleiri serfrøðingar og fakfólk. Fleiri alarir og eigarir. Fleiri áhugafólk.

Tað er áhugin millum vanliga fólkið og einstaklingar, sum er avgerandi fyri, um tað skal eydnast at varðveita føroyska rossið. Einstaklingarnir, sum vilja eiga og halda hesi húsdýr, skulu hoyrast. Einstaklingar og stovnar, ið hava serkunnaleika innan hetta økið, skulu hoyrast.

Tað, sum má gerast, er:

  1. Fáa stovnin úr vandanum fyri at doyggja út.

    Loysn: ??tflutningur!

  2. Fáa gongd í alingina, og økt spakuliga um stovnin til útflutningsloyvini koma:

    Loysn: Virðisløn til aliross!

Stígur er komin í alingina. Eingin aling er í løtuni, tí marknaðurin í Føroyum er mettaður. Aling er avgerandi fyri at økja um stovnin. Aling er avgerandi fyri at halda innannøring niðri. Aling er avgerandi fyri varðveitslu av lívfrøðiliga margfeldinum.

Fyri at loysa trupuleikan, og bjarga føroyska rossinum, skulu myndugleikarnir:

  1. Seta játtan av so arbeiðið, at skriva neyðugu lóggávurnar, kann fremjast.

Løgtingsfíggjarlógin 2022 er ikki endaliga avgreidd enn. Tað ber enn til, at fáa eina játtan til hetta mál.

Niðanfyri er brot úr sanginum Morgun eftir Martin Joensen:

???Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál.

Vónin er bjartasti brandur, lýsir tær veg fram á mál.

Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín.

Byrða, ið tung er at bera, ber hana betur enn vit.???

Undirskriftirnar verða handaðar til landsstýrismannin mikudagin 17. novembur, og vit heita á landsins myndugleikar um at raðfesta føroyska rossið, og seta tey átøk í verk, sum skulu til, fyri at bjarga og varðveita føroyska rossastovin.

Punktum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder