Elmar Reinert Fjallheim skrivar:
6 umfar: Høgni vann sítt talv sannførandi, ímeðan John Arni mátti deila sítt stig, og harvið gjørdist Høgni tann fremsti føroyingurin við 4,5 stigi. Nú vóru lunnar lagdir undir at blanda seg við teir ???tungu??? dreingirnar, og vón var um eina meira spennandi paring.
Heiðrikur møtti aftur einum telvar við styrkitali omanfyri 2000, og gjørdi ikki mætari enn sjálvur, at geva sær tað hálva stigi í føðingardagsgávu.
Sigurð Justinussen tryggjaði sær uttan stórvegis trupulleikar eisini eitt stig afturat.
Elmar møtti einum skotskum telvara, og valdi at geva honum hansara egnu byrjan ???Skotskt???, og tað vísti seg at fungera fínt teir fyrstu leikirnar, men eftir onkran heldur býttan leik mundi alt fari fyri bakka. Tó tá ið avtornaði eintust vit um remi.
Leif misti nokkso skjótt finnu í sínum talvi, men bardist manniliga, og tá ið mótstøðumaðurin gjørdi ein feil bleiv hann ???straffaður??? við tað sama og Leif endaði við at vinna talvi.
Kaj gjørdi heilt skjótt av, og ognaði sær sítt næsta stig.
Brandur, Benjamin og Sigurd Joensen máttu lúta hetta umfari. Sigurd møtti áðurnevnda Jónbert av Strondum, sum hann bleiv konfirmeraður saman við fyri mongum árum síðani. Ja verðin er lítil allíkavæl.
7 umfar Hetta umfari var eitt vánaligt umfar, um vit hugsa um stigini føroyingarnir fingu. Tað var bert John Arni, sum vann sítt talv. Nú er tað so John Arni sum hevur yvirtikið føringina av føroyingunum við 5 stigum. Hann og Høgni telva aftur á ???Live??? borðum í 8 umfari.
Heiðrikur megnaði aftur ein javnleik ímóti 2000+ telvara. Heiðrikur hevur havt eina stak góða kapping higartil, og hevur fingið 50% skoru.
Benjamin hevði frí-umfar, og fekk harvið stig, men í fylgi honum sjálvum, so vildi hann heldur sloppið at telva og roynt at vunnið sær stig.
Um kvøldi var so snarkapping fyri lið, altso tað vóru lið við tveimum spælarum. Føroyar stillaði upp við einum liði, har tað var Høgni, sum mannaði fyrsta borð, og Sigurð Justinussen, sum mannaði annað borð. Teir kláraðu seg bara heilt væl, og endaðu á einum níggjunda plássi av 50 liðum. Sigurð Justinussen koppaði einum IM???ara á vegnum, og Høgni javnaði við ein GM???ara ??? so tað má sigast at verða gott.
Fríggjadagin er so 8 umfar, so nú styttist til kappingin er av. Aftaná 8 umfar verður enn ein snar kapping, og tá verður tað fyri einstaklingar, so tá verða fleiri føroyingar við. Leygarmorgun verður ein kapping fyri børn og ung, har føroyingar eisini luttaka.
Sí støðuna niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald