2018-01-18 09:13

Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík mitt í nátt, teir hava uml. 300.000 pund, so gott sum alt er upsi.
Teir byrjaðu at landa á Kósuni kl. 6 í morgun.
Polarhav og Stjørnan fóru til fiskiskap 8. januar, teir hava roynt í landnyðring úr Fugloynni, onkran dag hava teir ligið bakk.
??tlanin er at fara nýggjan túr kl. 20 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald