Mentan

Pól Skarðenni hevur framsýning á hotellinum

...

2018-07-19 09:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Pól Skarðenni (f. 1962) er virkin listamaður. Listin hjá honum er víðskygd, og stílurin og myndevnini eru fjølbroytt. Hann málar bæði vakrar og friðarligar landslagsmálningar, ekspressivar og samfelagsviðmerkjandi myndir, og upploysir myndflatan við abstraktum strokum. Eyðkennið hjá Pól Skarðenni er, at hann fangar løtuna meðan hon er. Hann arbeiðir miðvíst við einum hugskoti til hann hevur loyst gátuna, og síðani fer hann víðari. Hetta ger hann til ein leitandi listamann. 

Ein týðandi partur av myndevninum hjá Pól Skarðenni er landslagið. Honum dámar væl at fara út í náttúruna at mála. Á henda hátt miðlar hann sínar egnu upplivingar av tí broytandi veðurlagnum og ljósinum, og hetta gevur myndunum lív. Hin helmingurin av myndunum er sera fjølbroyttur, alskyns myndevni við skiftandi málingarlagi. Ein sansabærur og evnisligur eldhugi er á løriftinum, og tað tíðarleysa í myndunum talar beinleiðis til okkum øll. 

Pól Skarðenni er sjálvlærdur listamaður. Hann er útbúgvin verkfrøðingur og hevur arbeitt sum sniðgevi á stórum verkætlanum í Evropa. Sum smádrongur dámdi honum væl at tekna, men í tí aldrinum, tá ið tey flestu gevast, helt Pól Skarðenni fram. Áhugin vaks, og tá ið hann byrjaði í student, ognaði hann sær síni fyrstu máliamboð. Hann hevur altíð málað í frítíðini, men síðani 2003 hevur hann gjørt list burturav. Pól Skarðenni er umboðaður á fleiri gallaríum uttanlands, og til ber at vitja listamannin í verkstovu hansara í Vatnsoyrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder