Mentan

PODAS Ekklesias fingið skrivara

...

2020-01-06 15:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú 1. januar byrjaði Ásbjørn Jacobsen sum skrivari í PODAS Ekklesias. PODAS, sum er ein føroyskur, kirkjuligur lærusveinaskúli byrjaði sítt virksemi her á landi í 2008.


Hesi árini hevur PODAS skipað fyri undirvísing um alt landið. Hundraðtals kvinnur og menn í øllum aldri hava gingið á hesum skúla.

Endamálið er at hjálpa hinum einstaka at vaksa í kristiligum lívi og tænastu. Kirkjan er einki uttan kirkjufólkið, tí er tað neyðugt, at hin einstaki lærir Gud at kenna og fær hjálp at liva tað kristiliga lívið. At elska Gud og at elska næstan er kristindómsins mál og mið.

PODAS Ekklesias er grikskt. PODAS merkir "føtur", og Ekklesias ???kirkju???. Í kirkjuni er tað týdningarmikið at sita við Jesu føtur og at tæna við næstans føtur.

Ásbjørn Jacobsen hevur nógv ára royndir innan leiðslu frá Kirkjuligu Heimamissiónini, Bláa Krossi og Føroyska Bíbliufelagnum, har hann hevur verið aðalskrivari í øllum felagsskapunum. Eisini hevur hann verið virkin í KFUM-skótunum í Føroyum. Ásbjørn er leirvíkingur, útbúgvin elektrikari og giftur ??luvu.

Ásbjørn Jacobsen er parttíðarsettur sum skrivari í PODAS Ekklesias.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder