Mentan

Planta fyrstu trøini í viðarlund á Sevmýri

...

2018-11-11 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í morgin, mánadag, verða fyrstu trøini plantað í einum skógfriðaðum lendi á Sevmýri á Tvøroyri. Eftir ætlan verða fløgini loyst fyri fyrstu trøunum um eitt-tíðina.

Stutt eftir aldarskiftið keypti Innlendismálaráðið eina trøð, sum er um 11.300 fermetrar. Fyri nøkrum árum síðani varð trøðin hegnað, og í ár røkkur játtanin hjá Skógrøktini til at gróðurseta trø.

Í fyrstu atløgu verða áleið 2500 trø gróðursett. Talan er millum annað um lerk, roynitrø og illinivið. Plantað verður í fyrsta lagi ovarliga í vestara endanum á trøðni.

Skógrøktin hevur gjørt ætlan um, hvussu nýggja viðarlundin skal taka seg út og hvørji trø- og runnasløg skulu plantast. ??tlanin er eisini at leggja gøtur og hava opin pláss til borð og beinkir. Har skal vera møguligt hjá familjum at hugna sær. Oman gjøgnum trøðna rennur Sílá.

Viðalundir hava týdning fyri fólk og fugl, tær binda CO2-útlát og tær skapa lívd. Nógv fólk vitja viðalundirnar kring landið - njóta friðin og fuglalívið. Nógvur smáfuglur heldur til í viðalundunum, og ferðafuglur leitar sær hvíld í lundunum.

Næststørsta skógfriðaða víddin

Viðalundin á Sevmýri verður tann triða í Tvøroyrar kommunu. ???Plantasjan??? í Trongisvági varð plantað í 1920-unum. Seinri í 1970-unum varð plantað á eini trøð sunnan fyri Stórá og eftir aldarskiftið keypti kommunan eina trøð vestan fyri gomlu ???Plantasjuna??? sunnan fyri Stórá. Har eru trøini komin rættiliga væl fyri seg tey seinastu árini.

Viðalundirnar í Trongisvági eru bundnar saman við gøtum og brúgv. ??r ítróttarøkinum í Trongisvági hevur kommunan gjørt eina gøtu fram við Stórá niðan til ???Plantasjuna??? og vestur til uppdyrkingarvegin innan fyri Sterling. Soleiðis er hetta eitt samanhangandi náttúruøki, sum nógv fólk vitja.

Oman fyri Sjúkrahúsið er eisini ein viðarlund, men hon er ikki skógfriðað.

Tvøroyrar kommuna hevur næststørstu skógfriðaðu víddina í Føroyum. Bara í Tórshavn er meiri plantað. Skógrøktin og skógfriðingarnevndin fegnast um stóra áhugan, Tvøroyrar kommuna hevur á hesum øki.

Sum heild er stórur áhugi fyri at planta í Suðuroynni, har fleiri viðarlundir eru og áhugi er fyri at gróðurseta uppaftur fleiri.

Tað er ikki á hvørjum ári, at øki verða løgd til lundir, og at trø verða plantað í nýggjum viðalundum. Tí fegnast Skógrøktin, Tvøroyrar kommuna og Skógfriðingarnevndin um, at tað nú verður plantað á Sevmýri.

Tilsaman eru um 25 skógfriðað lendi eru í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder