Mentan

Pisufundur í Syðrugøtu við Eivør og Niclas Hera

...

2016-06-21 12:41 Author image
placeholder

Mikudagin klokkan 17 verður pisufundur á Sandinum í Syðrugøtu.

173 pisur, ið hava gingið á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt, verða í hesum døgum klaktar á Miðnámi á Kambsdali. Mikudagin eru seinastu próvtøkurnar, og eftir tær er klárt til pisufundin.

Pisurøðurnar í ár halda Niclas Heri Jákupsson, fyrrverandi næmingur á Kambsdali, og Sunniva Waag Dam, núverandi næmingur á Kambsdali.

Tónleikur er sjálvandi á skránni ein hátíðardag sum hendan. Sum vanligt hevur verið í mong ár, spælir Fuglafjarðar hornorkestur, og í ár hava vit eisini stóra heiðurin at bjóða einum av fremstu tónleikarum okkara, Eivør Pálsdóttir, at framføra á Sandinum í heimbygd síni, Syðrugøtu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder