Vinna

P/F Wenzel skift eigara

...

2017-12-22 17:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Elsta bilfyritøka í Føroyum hevur í dag skift eigara. Talan er um P/F Wenzel, sum hevur røtur heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen stovnaði ein maskinhandil í Havn. Fyritøkan seldi fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum í 1922.

Síðani 2006 hevur Gunnar Justinussen átt P/F Wenzel við bæði bygningum og sum Ford og Volvo-umboð í Føroyum.

Nýggju eigararnir hjá P/F Wenzel eru nú Rúni Djurhuus, sum saman við Petur Slyne og Bárður Brimvík hava keypt P/F Wenzel.

Rúni Djurhuus hevur í mong ár arbeitt sum sølumaður hjá P/F Auto Service, og kemur nú at styrkja um sølutoymið hjá P/F Wenzel saman við verandi starvsfólkum.

Hjá P/F Wenzel eru tríggjar deildir: Bilasølan, bilverkstaðurin og eykalutagoymslan.

Yvirtøkan er treytað av, at kappingareftirlitið góðkennir keypið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder