Vinna

P/f Barðið søkir eftir einum formanni til landingarmiðstøðna í Havn

...

2018-06-06 16:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Arbeiði hjá formanninum, er saman við leiðarinum, m.a. at samskipa og leggja til rættis alt arbeiði á landingarmiðstøðini. Eisini at stýra og reka tað dagliga arbeiði á virkinum.

Afturat er eisini serliga at taka sær av avskiping og pakking, og halda stýr tí mesta fiskinum sum fer av landinum.

Umráðandi er at kunna arbeiða sjálvstøðugt, og kunna hjálpa til um á stendur.

Fyrimunir eru at hava royndir við KT, og hava gott yvirlit.

Starvið er fulla tíð, í skiftandi arbeiðstíðum.
Starvið verður sett sum skjótast, løn eftir avtalu.

Áhugaðir umsøkjarir kunna ringja, og frætta nærri:

Wentzel Mouritsen - Leiðari, 283606
Tórbjørn Haraldsen - Formaður, 283612

Umsøkn kann sendast til:
[email protected]

Barðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder