Vinna

Pensjónistar og arbeiði

...

2017-11-21 21:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á fundi um Pensjónsnýskipanina hjá landsstýrinum, sum Landsfelag Pensjónista saman við fakfeløgum skipaði fyri í Norðurlandahúsinum 18. november 2017, kom í ljósmála, at eldraøkið hevur stóran tørv á arbeiðsmegi. Upplýst varð, at tað er sera trupult at fáa kvinnur í pensjónsaldri at taka størv sum avloysarar, vikarar ella taka leysar vaktir innan røktarøkið. Hesar kvinnur siga, at tað loysir seg ikki at arbeiða ??? tær fáa onki burturúr peningaliga av at arbeiða.

Hagtøl vísa, at í dag arbeiðir annar hvør pensjónistur, ið er 67 ár.

Av pensjónistum, ið eru 70 ár arbeiða uml. triðji hvør.

Av pensjónistum, ið eru 73 ár arbeiða uml. fimti hvør.

Somuleiðis vísa hagtølini, at inntøkan hjá pensjónistum, ið arbeiða, hava eina løn í miðal, ið er uml. 22.000 - 23.000 kr. um mánaðin, tv.s at nógvir pensjónistar eru í fulltíðarstarvi.

Samstundis vísa hagtølini, at pensjónistar, ið eru í arbeiði, antin arbeiða nakrar heilt fáar tímar ella hava fulltíðarstarv, tí tað loysir seg ikki at hava hálvtíðarstarv orsaka av ógvusligu mótrokningini.

At tað ikki loysir seg hjá lágløntum pensjónistum at arbeiða er ein sera óheppin støða, sum nevndin í Landsfelag Pensjónista í mong ár hevur roynt at fingið ráðandi politikarar at broyta.

Í viðmerkingunum til pensjónsnýskipanaruppskotið greiðir Almannamálaráðið frá viðv. pensjóns-viðbótini v.m. í galdandi pensjónslóg, at :

???ein stakur pensjónistur, ið hevur árliga inntøku á t.d. 65.000 kr. umframt fólkapensjón og Samhaldsfasta, hevur ein effektivan marginalskatt á uml. 75%, t.v.s. at fyri hvørjar 100 kr. hann tjenar eyka, missir hann 60 kr. av viðbótini umframt at gjalda 15 kr. í skatti. Av teimum 100 kr. er sostatt einans 25 kr. eftir. Hetta er galdandi fyri fólkapensjónistar, sum hava inntøkur afturat fólkapensjón og Samhaldsfasta millum 61.900 kr. og uml. 140.000 kr. um árið???

??rímuliga høga mótrokningarprosentið uppá 60% í pensjónsviðbótini, ið gevur ein marginalskatt á uml. 75 % ger, at tað als ikki loysir seg at arbeiða hjá teimum, ið hava inntøku, ið liggur millum 5.158 kr. um mánaðin upp í 11.429 kr. um mánaðin ella 137.153 kr. um árið (fyri støk) og 10.630 kr. um mánaðin ella 127.560 kr. um árið (fyri gift).

Landsfelag Pensjónista mælir tí til, at mótrokningarprosentið í pensjónsviðbótini verður sett niður í helvt, tvs. lækkað úr 60% niður í 30%, sum ivaleyst kemur at føra við sær, at mong láglønt koma at taka av arbeiðstilboðum m.a. innan røktarøkið, tí tað tá fer at loysa seg at arbeiða.

Landsfelag Pensjónista ivast ikki í, at verður mótrokningarprosentið í pensjónsviðbótini lækkað niður í helvt, vildu allir partar komið í eina vinn-vinn støðu:

- Arbeiðsmarknaðurin fekk tiltrongda arbeiðsmegi.

- Láglønti pensjónisturin átók sær ymsar arbeiðsuppgávur, og fekk á henda hátt meira pening at liva av.

- Samstundis vildu kommunurnar og landskassin fingið fleiri skattainntøkur.

Eitt av høvuðsendamálunum við pensjónsnýskipanini varð á henda hátt nátt. ??? Tað fer at loysa seg at arbeiða eftir pensjónsaldur.

Landsfelag Pensjónista 21. nov. 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder