2016-05-18 12:13
Vaga.fo: Í gjár, tann 17. mai 2016, rundaði Paula Nattestad 70 ár. Paula hevur verið og er enn, eitt av trúgvu starvsfólkunum hjá kommununi. Frá 1987 til 2004 var Paula dagrøktarleiðari hjá Miðvágs kommunu. Síðani 2011 hevur Paula starvast sum reingerðarfólk í Sóljugarði.
Borgarstjórin, Rósa Samuelsen, nýtti høvi til at fara at heilsa uppá Paulu, og ynskti henni hjartaliga tillukku við føðingardegnum og bestu eydnu framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald