2017-02-13 14:18
Í døgunum 13. - 17. apríl verður aftur páskastevna í Kelduni í Skálafirði.
"Tað er við stórari gleði, at vit í ár opna dyrnar og bjóða øllum vælkomnun til páskastevnu í Kelduni." sigur Pauli Høj, samkomuleiðari.
Serliga verða tað útlendskir gestir, sum mynda skránna í ár.Dr. Thomson K. Mathew kemur úr Amerika, og Cecilia Chan kemur við einum toymi úr Singapor.
Thomson K. Mathew hevur í mong ár verið rektari á Oral Roberts universiteti í Amerika. Hann hevur talað runt allan heim, í fleiri umførum í samkomuni hjá Yonggi Cho, sum hevur heimsins størstu samkomu.
Cecilia Chan er ein slóðbrótandi kvinna, ið hevur stovnað samkomuna Heart of God Church í Singapor. Í dag telur henda samkoma uml. 3.500 fólk og miðalaldurin er 21,8 ár.Í fylgi við henni er eisini Charleston Lim, ið er partur av hesi samkomu.
Á skránni verða m.a. kvøldmøtir, barnamøtir, syngið við, leiðsluseminar og ungdómstiltøk.
"Páskastevnan er ætlað øllum og vit vóna at síggja nógv fólk" siga fyrireikarnir at enda.
-
Meiri kunning er at finna áwww.keldan.foogwww.paskir.fo. Myndir eru eisini viðfestar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald