Mentan

Páll Finnur Páll spæla á Summar Festivalinum í august

...

2016-06-22 23:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur: Samspæl við áhoyrarar er tað besta


Páll Finnur Páll spæla á Summar Festivalinum í august


Páll Finnur Páll hava gjøgnum árini havt nógvar fantastiskar framførslur á Summar Festivalinum, og nú er greitt, at Páll Finnur Páll spæla á landsins størsta tónleikatiltaki í august. 

- Summar Festivalurin og Páll Finnur Páll hava havt sera gott samstarv gjøgnum árini, og vit eru fegin um at bjóða teimum væl afturkomnum á okkara festival, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

Framførslan á ársins Summar Festivali verður tann sjeynda hjá Páll Finnur Páll, og bólkurin fer at halda seg til tað, sum vit áður hevur riggað so serstakliga væl.

- Vit fara at bjóða fólki tað, sum tey kenna Páll Finnur Páll fyri, sigur Finnur Koba, sum er annar sangarin í bólkinum.

Hann minnist við einum smíli undanfarnar framførslur á Summar Festivalinum.

- Sum tónleikari ynskir tú at fáa eitt samband við áhoyrararnar, har tú gevur teimum nakað, og tey geva tær nakað. Tað er besta kenslan, sum tú kanst hava sum tónleikari, sigur Finnur Koba.

Her kanst tú síggja videosamrøðu við Finn Koba:
https://www.youtube.com/watch?v=CDhV4gGNo40

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder