Ítróttur

Pál snýttur fyri finalupláss tá Sun Yang avlýsti vegna pínu

...

2015-08-10 01:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

www. svimjing.com skrivar:

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði átíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin. Sun Yang var ikki í bíðirúminum 20 min undan finaluna í kvøld, sum krav er, og Sun Yang nevndi ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa. Men hann boðaði ikki fyriskiparnir frá. Fyriskiparnir áttu í slíka støðu boða Pál frá at svimja í finaluni í staðin. Men hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya.

Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið sítt besta, so hevði hann fingið medalju. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist14:41.20og14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er14:46.33.

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum:

"Svømmere kan opnå direkte kvalifikation til OL ved at opnå en top-8 placering ved VM i Kazan i 2015 i en tid under OL-kravtiden i en eller flere individuelle olympiske discipliner."keldaDansk Svømmeunion. OL-kravtíðin er 15:07.53. Pál svam innleiðandi14:58.52.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder