Ítróttur

Pál Joensen vann í EM silvur á 1500 metra teininum

...

2014-08-20 23:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyri løtu síðani kom hann á mál. Hann hevði ongan møguleika móti italiumanninum Gregorio Paltrinieri, sum gjørdist sannførdur evropameistari.

Pál Joensen svam seg sikkurt inn á annað plássið framman fyri Gabriele Detti úr Italia, sum eitt langt skifti lá á øðrum plássi.

Tíðin hjá Pál Joensen var 14 minuttir og 50,59 sekund.

EM vinnarin svam teinin 14 minuttir og 39,93 sekund, tað skrivar portal.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder