Ítróttur

Pál Joensen vann eisini silvur á 800 m. teininum

...

2014-08-22 22:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Pál Joensen hevur júst nú vunnið silvur heiðursmerkið á 800 metra teininum í EM. Pál lá leingi á 4. plássi, men vann seg ájavnt við teir, ið lógu á 2. og 3. plássi, Pál hevði ein góðan endaspurt, har hann kom á 2. pláss, sum hann helt til málstrikuna.

Fyrr í vikuni vann Pál eisini silvur á 1.500 metrum.

Hjartaliga tillukku Pál - vit her heima eru sera stolt av tær.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder