Mentan

Pætur Mikal Holm vart ph.d. á SDU

...

2019-10-24 13:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Týsdagin 21. oktober vardi Pætur Mikal Holm fysioterapeutur og MSc. ph.d.-ritgerð sína í fysioterapi á Slagelse Sygehus.

Ritgerðin kallast: "Muscle function, physical function and strength training in patients with knee osteoarthritis".

Pætur hevur verið í starvi sum ph.d. lesandi fysioterepeutur á Afdeling for Fysioterapi og Ergoterapi, Næstved-Slagelse-Ringsted Sygehuse og innskrivaður sum ph.d. lesandi á Institut for Idræt og Biomekanik, Syddansk Universitet, Odense (2016-2019). Søren Thorgaard Skou, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Britt Elin ??iestad, lektari, Institut for fysioterapi, Oslo Metropolitan University
Inger Mechlenburg, professari og dr.med., Institut for Klinisk Medicin, Aarhus Universitet
Lise Hestbæk, lektari á Institut for Idræt og Biomekanisk, Syddansk Universitet, forkvinna

Ph.d. verkætlanin hevur fevnt um kanningar av leiklutinum hjá vøddum og fysisku funktiónini hjá fólki vid slitgikt í knænum. Tann stóra verkætlanin hesi trý aríni hevur verið ein ???randomized controlled trial (RCT)???, sum hevur kannað, hvussu ítøkilig styrkivenjing av lærvøddunum kann nýtast í endurvenjingini av fólki vid slitgikt í knænum.

Ph.d. ritgerðin fevnir um tríggjar greinar og væntandi koma eini 3-4 greinar afturat frá hesi verkætlan komandi mánaðirnar.

Á myndini frá vinstru: Søren Thorgaard Skou, vegleiðari, Pætur Mikal Holm, Inger Mechlenburg Brit-Elin ??iestad og Lise Hestbæk, metingarnevndarlimir

Les meira um Pætur Mikal Holm íHeilagrunninum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder