Ítróttur

Oyggjaleikirnir 2013 settir

...

2013-07-14 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Í gjárkvøldið, vórðu Oyggjaleikirnir 2013 settir, setanin byrjaði kl. 19 - tað var sera hátiðarligt.

Føroysku ítróttarfólkini eru heili 96 í tali, so tey vóru sera væl umboðaði í setanini.

Fýra røður vórðu hildnar, tá ítróttarfólkini høvdu marcherað inn, m.a. Jørgen Petterson, formaður fyri Oyggjaleikanevndina, Chuck Miligan, stjóri fyri leikirnar og Mr. George Fergusson, Guvenørur á Bermuda setti leikirnar.

Eftir røðurnar var undirhald við sangi og dansi og kvøldið endaði við fýrverí.

Kelda: Tryggingarfelagið har myndirnar eisini eru frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder