2017-12-07 13:32

Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð um 9-tíðina í morgun við 1.500 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic.
Tróndur hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, heilt norður ímóti 69N, har hevur Norðborg eisini roynt og so okkurt russiskt skip eisini.
Tað er ring ætt í Fuglafirði, Tróndur hevur slitið endarnar 3- ferðir, siðan hann kom í morgun. Tummas T. lá eisini á Fuglafirði, men teir eru nú ávegis á Skálafjørðin.
Av Pelagic verður sagt, at svingningarnir í streyminum gera, at tey detta út viðhvørt í framleiðsluni, so skal alt startast upp aftur, so tey hava stórar avbjóðingar á Pelagic í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald